Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Krutl

Ein væl etablerað mýta tá ið talan er um kærleika og deyting, er at tað eru kvinnurnar sum fyrst gerast forelskaðar.

Men tað er ikki satt, sigur Helen Fisher, sum hevur stóran áhuga í kærleika og forelskilsi. Yvir 30 ár hevur Helen Fisher kannað reaksjónirnar hjá heilanum til tess at finna svar á fleiri spurningum viðvíkjandi kærleikanum:

Hví gerast vit forelskað? Hvørjum gerast vit forelskað í? Hvat hendir reint fysiskt í kroppinum tá  ið vit elska onkran? Hví megna summi at varðveita kærleikan, meðan onnur uppliva at hann doyr?

- Vit vita at tann parturin í heilanum sum aktiverast, tá ið tú verður forelskaður, liggur beint við tann partin sum aktiverast tá ið vit eru tyst og svang.  Romantiskur kærleiki handlar um at yvirliva, tað førir DNA'ið víðari og tað heldur okkum á lívi, sigur Fisher við Nettavisen.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo