Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Var á stevnu í Klaksvík í samband við sokallaðu "Torradagar".

Fekk sum uppgávu at hugleiða um mínar túrar við Beinir á Flemish Kap í 1958.

Sjálvur haldi eg, at henda tíð, seinnapartin í 1950-unum er størsta frambrot í møguleikunum hjá føroysku fikivinnuni.

Vit fingu nýbygd fiskifør, línubátar, sum vit einki kendu til. Á Torradøgum kom eg í tankar um vinnusøgu okkara: 

Áðrenn 1856 vóru øll iniativ niðurbundin, fjøtraði av einahandlinum. Tá hesin varð avtikin vórðu innikroyst evni og vilji hjá monnum slept leys! 

Og við at hyggja at søguni, so sær tað kanska ikki so ógvusligt út í mun til umstøðurnar í dag, men fólk vórðu loyst úr haftinum hjá einastu arbeiðsgevarunum, bóndunum, og fóru at tjena pengar fyri virki sítt!

Virði úr sjónum vórðu fingin til vega við smærri bátum, oftað vánaligum keyptum sluppum, skonnartum og seinni "gomlum" trolarum.

Nógvum peningi at sigla við fiski úr Íslandi til Bretlands í krígsárunum, og síðan at keypa "bíligar" koltrolarar úr Bretlandi aftaná kríggi við øllum fallittunum!

Línubatarnir skaptu eina nýggja tíð, bæði á bygd og bý!

Men línubátarnir við síni einstáttaðu vinnu kláraðu ikki at greiða allar komandi broyttu fiskimøguleikar.

Vit minnast línubátarnar liggja í New Foundlandi og draga svart!  Vit minnast vælútbygdu trolararnar eystanfyri draga svart!

Hvat er so at gera? 

Jú, frælsi á havinum eggjaði monnum við áræði og veiðihugi at leita nýggjar leiðir innan ymisk fiskasløg:  Sild, hemari, laksur, og nú svartkjaftur, makrelur v.m.

Men menn spentu seg fyri, tí har var møguleiku, og teir høvdu frælsi!

Tað hava altíð verið upp- og niðurgongutíðir í fiskivinnuni, og vit vóna framhaldandi at eiga virkisfúsar veiðimenn at royna nýggjar leiðir, tá aðrar svíkja, men her stúri eg fyri fjøtrandi politikki hjá teimum ráðandi! 

Tann, ið vágar, setir pening og egnan persón til, men fær hann ikki hóskandi umstøður, so sæst ongin framburður!

Eyðun Mohr Viderø
02-‎03-‎2018

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo