Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Vinna

Tað sigur nevndarformaðurin í Sandoy Seafood við Útvarpið. Virkið skuldi taka ímóti menningarkvotu, men makrelurin og sildin endaðu á Pelagos í Fuglafirði.

- Hóast vit vóru partur av eini umsókn sum fekk tillutað menningarkvotu til Sandoynna, gjørdust vit bara áskoðarar, meðan makrelurin og sildin vóru landað í Fuglafirði.

- Enntá av somu skipum sum vanliga høvdu avreitt upsa til okkara virki, sigur Hans Jákup Mikkelsen, nevndarformaður við Útvarpið.

Hoyr innslag her (frá 01:40)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo