Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Alt skuldi vera heiðurligt. Farast skuldi burtur frá politiskari útluting til eina marknaðargrundaða skipan.

Uppboðssøluskipan sá dagsins ljós og tey, sum bjóðaðu mest, fingu rættindini at fiska.

Men Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fekk eitt problem, tí tað eru ikki tey røttu sum bjóða mest. Og nú vil Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ikki loyva teimum, sum bjóða mest, at bjóða.

Soleiðis ætlar Landstýrismaðurin í fiskivinnumálum at stýra rættindini til tey røttu.

Og niðurlagið hjá sitandi samgongu var áðrenn hon kom til valdið, ”at farast skuldi frá politiskari útluting til eina marknaðargrundaða skipan”.

Og so fingu vit økiskvotur, sum eftir ætlan skuldu til Suðuroyar, sum er afturúr sigld, men viltust hesar kvotur til Sørvágs og Vestmanna.

Økiskvotur seinni menningarkvotur eru uttan iva mest reindyrkaða politiska útlutingin vit higartil hava sæð av fólksins ogn.

Spell, tí menningin - sum er sera hart tiltrongd her hjá ogur í Suðuroy - má bíða enn einaferð.

Einasta sum væntandi kemur at mennast - nú partur av fiskirættindunum ella fólksins ogn er politiskt útlutaður - er atkvøðutalið hjá ávísum samgongutinglimum, sum ikki fingu nógvar atkvøður til seinasta val.

Hesir funnust at undanfarnu samgongu fyri politistiska útluting, men hálova hesari herligheitini í dag.

Ja, hetta er menning sum vil nakað. Bara fyri tey røttu.

Vónsvikin Suðringur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo