Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Serfrøðinganevndin, sum hevur gjørt tilmæli um hvør skal hava menningarkvotur í 2018, hevur í ramasta álvara mett, at eitt virki sum einans kann arbeiða 15 til 20 tons um døgnið, sagtans kann klára 10.000 tons av svartkjafti eina vertstíð.

Uttan at vera serfrøðingur og uttan brúk av xl-rokniarki, kann eg rokna meg fram til, at tað tekur 500 døgn at arbeiða 10.000 tons hjá hesum virkinum (10.000/20 = 500).

Eisini hevur virkið sagt, at fiskurin skal helst ikki vera eldri enn 1 døgn, um hann skal framleiðast til matvøru.

Hvussu serfrøðingarnir hava roknað seg fram til at eitt skip skal gera 500 túrar í vertstíðini, veit eg ikki, helst hava teir brúkt eitt xl-rokniark?

Eg skilji tað ikki, men eg eri heldur ikki serfrøðingur

Fiskimaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo