Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Tá talan er um menningarkvotur, eru Føroyar deildar upp í 7 øki, har Eysturoy og Norðoyggar eru økið 6 og 7. Samgongan hevur gjørt av, at økið 6 og 7 ikki skulu kunna søkja um stuðul til menning av okkara tilfeingi.

Ein grundgeving fyri, hví hesi øki ikki skulu hava atgongd til menningarkvotunar, var at arbeiðsloysi var so lágt í hesum øki. Tíbetur kunnu vit í Føroyum í dag staðfesta, at arbeiðsloysi er nærum onki, óansæð hvat øki talan er um. Tí eigur henda forðing at verða tikin burtur longu í inniverandi ári.

Hyggja vit at, hvørji feløg í landinum hava brotið upp úr nýggjum, kundi eg hugsað mær at nevnt Tavuna og Høvdavirkið í Leirvík. Hesi virki hava skapt fleiri hundrað arbeiðspláss og milliardir av inntøkum til føroyska samfelagið við nýggjum vørum, sum lítið virði høvdu frammanundan. Hví skal tað ikki vera gjørligt hjá slíkum íverksetarum at fáa atgongd til menningarkvotur – samfelagnum og føroyingum at frama.

Vit kunnu ikki liva við, at fólkið í pørtum av samfelagnum, ikki hevur atgongd til menningarkvoturnar. Serliga tá tað tey nógvu síðstu árini hevur víst seg, at serliga hesi økini hava verið tey, sum hava gingið á odda, fyri at skapt nýskpandi vinnur.

Menningarkvoturnar eru ein av mongu misseydnaðu pørtum av nýskipanini hjá verandi samgongu. Besta loysnin hevði verið, at avtakið menningarkvoturnar aftur, men um vit velja at varðveita tær, tá eiga vit avgjørt, at gera tær atkomuligar hjá virkisfýsnum persónum, sum hava víst í verki, at teir bæði vilja og duga at menna fiskivinnuna í Føroyum.

Jaspur Langgaard
Løgtingsvalevni fyri Sambandsflokkin


Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo