Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Vinna

Fiskivinnuráðið hevur sent sítt hoyringssvar til Fiskimálaráðið viðvíkjandi kunngerðini um menningarkvotur í 2019.

Og atfinningarnar hjá Fiskivinnuráðnum eru nakað í sama borð sum longu hava verið at hoyra frá ymiskum politikarum, at talan er um politiska útlutan av kvotum heldur enn nakað annað.

- Fiskivinnuráðið heldur at tað er týðandi at arbeiða fyri størri virðisøking av føroyska fiskatilfeinginum.

- Kortini tykist vera greitt - vísandi til kunngerðartekstin - at primera endamálið er hvørki menning ella virðisøking: primera endamálið er at veita rávøru og arbeiðspláss til øki í landinum, sum ikki hava fingið lut í teirri framgongd, sum hevur verið í Føroyum, sigur Fiskivinnuráðið.

Og Fiskivinnuráðið hevur einki ímóti at politiski myndugleikin tekur eina slíka avgerð:

 - Men so átti avgerðin ikki at verið latin í ein "menningar- og virðisøkingarham", undirstrikar ráðið.

- Sum fiskivinnutjóð er umráðandi altíð at royna at fáa sum mest burturúr tí tilfeingi, vit hava, og í sjálvum sær kunnu menningarkvotur brúkast til at røkka hesum endamáli við at virðisøkja ta matvøru, sum vit framleiða.

- Tí verður mælt til at leggja dent á framleiðslu av vørum, sum ikki fer fram á verandi stóru virkjunum, og har nýskapandi rávøru menningarmøguleikar eru til staðar.

- Fiskivinnuráðið heldur sostatt, at metingarnevndin átti at havt fríari teymar, og ikki upp á forhond "skula prioritera" ávis øki í landinum.

- Nýskapan og øktur virðisvøkstur eigur at vera primera metingarstøðið, sigur Fiskivinnuráðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo