Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies
Skúli

Skúlablaðið: - Í staðin fyri at avgreiða spurningin um kt-økið í fólkaskúlanum, vil Mentamálaráðið kroysta henda spurningin upp í lønarsamráðingarnar millum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið, og tað vilja vit ikki, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.

Arbeiðstíðin til kt-økið, sum kt-vørðurin fær tillutað í ársverkinum, verður roknað eftir talinum á brúkarum, næmingum og lærarum, og talinum á talgildum tólum. Henda leistin vil Lærarafelagið halda fast við.

- At ein nágreining av arbeiðssetninginum og ábyrgdarøkinum hjá telduvørðunum verður gjørd, hava vit leingi eftirlýst.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo