Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen
Mítt tastatur

Tað hevur vakt undran, at Mentamálaráðið hevur lagt seg út í dagliga raksturin í Kringvarpinum.

Mentamálaráðið hevur einki minni enn givið Kringvarpinum tænastuboð um ikki at seta ein nýggjan tíðindaleiðara.

Krinvarpið er og eigur at vera óheft frá allari politiskari uppíblandan.

Hægsti myndugleikin fyri Kringvarpið er stýrið.

Stýrið setur stjóran fyri Krinvarpið og stjórin setur starvsfólk og sigur hesi úr starvi.

Tíðindaleiðarin situr á ovastu rók í Kringvarpinum. Hann/hon skal dagliga arbeiða saman við stjóranum.

Tí er tað serstakliga merkisvert, at Mentamálaráðið nú leggur seg útí eitt uppsagnarmál og gevur politiskt óhefta Kringvarpinum tænastuboð um ikki at seta annan tíðindaleiðara.

Hettar er helst langt uttanfyri vanliga mannagongd.

Hvat ætlar Mentamálaráðið?

At taka stýrið og stjóran fyri Kringvarpið av ræði og seta tíðindaleiðaran aftur í starv?

Hetta kann stjórin neyvan liva við.

Tí tykist, sum Mentamálaráðið ætlar at seta tíðindaleiðaran aftur í starv og harvið gera støðuna hjá sitandi stjóra heilt ómøguliga.

Tað er alment kent, at koyrdi tíðindaleiðarin er ein sera hollur og trúgvur stuðul hjá sitandi samgongu.

Tað er bara at leita fram aftur tjakið um avrikini hjá samgonguni, so fæst sjón fyri søgn - trýst her.

Um politiska Mentamálaráðið ætlar sær at seta tíðindaleiðaran aftur í starv, so hava vit veruliga korrupsjón í Føroyum. 

Les eisini:

Reypirundan í minuttum - hvussu nógva tíð fingu tey

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo