Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Árið 1989 var eitt merkisár. Tað var tá, Berlinmúrurin fall, og rakettirnar fóru í hæddina, champanjan skúmaði. Teirra fall var eitt samanbrot fyri eina politiska idelogi, sum hevði sínar røtur í fronsku kollveltingini.

Bert nakrar mánaðir áðrenn høvdu franskmenn festast yvir, at tvær øldir vóru, síðan Bastiljan varð stormað, og tann franska kolveltingin fekk luft undir veingirnar. Við rakettum og champagnu hevði man glett seg um at kunna líta afturá nakað gott.

Tíðarinnar gongd kann fáa tað mesta at broyta útsjónd.

Franska kollveltingin førdi til fyri alt Europa kríggsstøðu. Kollveltingaleiðararnir hugsaðu frá byrjan, at alt skuldi blíva betri fyri menniskju. Men tá íð Napoleons stóra herdeild frysti í hel í rusiska vetrinum nøkur ár tíggjund seinri gjørdist tað óvist, um hetta málið var nátt. Var hetta nakað at festa fyri? Tá ið Napoleon varð skúgvaður til viks, avsettur, fór man aftur til eldru skipanina, við kongahúsi og øllum, ið har tilhoyrdi.

Kolveltingin hevði ikki ført til nógv annað enn blóðbað. Nakað stendur kanska eftir, at aftaná hetta upplivilsi bleiv politikkur ongantíð aftur, hvat hann hevði verið.

Tað, vit arvaðu aftaná fronsku kolveltingina, man vera eitt nýtt slag av kobling í millum rættvísi og politikk.

Filosofar, kongar o,a høvdu langt árenn stríðst um spurningin, hvussu eitt land skal stýrast, fyri at rættvísi, og rættferð skullu ráða, hetta var um 1600ára talið ein av fremstu trupuleikum ímillum framstandani heimspekingar.

Ì hesi tiðini var tað ein meginhugsan og nakað printsipielt, at ein samfelagsleiðsla bert kundi skapast av rættvísum menniskjum. Uppgávan at broyta samfelagið er jú ikki løtt, sjálvt fyri ein rættsinnaðan.

Undir teim stóru vekingarrørslunum kundi man eisini síggja, at tað samkoman og kirkjan boðaðu var satt. Tað bar og ber til at fáa ein rættvísan vilja, tá íð mong taka ímóti honum, samtíðis uppstanda stórar sosialar broytingar til tað betra. T.d verður sagt, at um ikki tann metodistiska vekingin fór fram í Onglandi um 1700 talið, hevði man fingið eina eingilska kollvelting um somu tíð eins og í Fraklandi.

Jóhs. M. Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo