Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Eitt fólksins heiðursmerki til hesi, sum gera land okkara mentað, víðrásað, vitandi og framkomið. Tey, sum nýta lív sítt til at gera lívið og gerandisdagin hjá mongum lættari, og tey, sum á so ymiskan hátt seta bjart ljós á Føroyar og vinna okkum rættindi, viðurkenning og møguleikar úti í heimi.

Tign og æra
Flestu lond hava heiðursmerki í ymiskum útgávum. Vit kenna íslendska Falkaheiðurin. Og Dannebrogsheiðurin við nógv umrøddu riddarakrossunum. Vit kenna kongliga norska Skt. Olavs heiðurstekinið, ið verður latið fyri: “belønning for utmerkede fortjenster av fedrelandet og menneskeheten”. Eisini Grønland hevur heiðursmedalju í gulli og silvuri - Nersornaat - sum merkir “uppiborið” ella “vera verdur”.

Slík heiðurstekin verða latin íbúgvum í landinum ella útlendingum fyri serstakt rósverdugt avrik ella átak fyri landið. Tað kann vera innan samfelagstænastu, vinnu, mentan, vísindi ella annað.

Merkisvert – fyri og til fólkið
Tað er eingin loyna, at tey, sum longu teljast millum tey priviligeraðu í samfelagnum, um ikki altíð, so nógv oftast, fáa hesar heiðrar - ikki allir borgarar hava sama møguleika at verða boðin til hovs og heiðurs.

Men Merkisvert eigur at skara framúr við júst at verða latin eldsálum úr øllum samfelagsstættum og støðum. Ikki minst gerandis fyrimyndum, persónum, sum gjøgnum lønt ella sjálvboðið verk, á serstakan hátt áhaldandi lata av sínum hondum, arbeiðsorku, førleikum, skapanarevnum, vitan, hegni – og hjarta.
Havi her valt at kalla heiðurin Merkisvert, tí tað er heiti, eg nýtti í røðu á flaggdegnum. Men, hvussu føroyski heiðurin skal eita, í hvørjum stigum hann skal skipast og hvør, ið vegna fólkið, skal lata heiðurin, eiga góð fólk at verða sett at gera uppskot um.

Felags fyri tey, sum fáa heiðurin má vera, at merkisverdu gerðirnar røkka longur enn til egið gagn og samfelagsstatus, men eru gerningar og lívsverk, sum ríka felagsskapin.

Hugsi, at tey eru mong, sum gjøgnum tíðirnar hava hugsað júst hetta sama: At okkum tørvar eitt føroyskt heiðurmerki við virðing og tyngd at æra tey, sum gera tað merkisverda.

Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo