Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Krutl

21 ára gamla Sophie Elise Isachsen skrivar mest lisna blogg í Noregi, og er fremsta kvinna á maktlistanum yvir miðlafólk í Noregi.

Hon bloggar um móta og útsjónd, og nevnir fyritøkur sum Warner Music, Live Nation og Hovefestivalin, sum hon arbeiðir fyri.

Hon ferðast sum frívillig í Senegal, er vegetar og virkin í djóravernd.

Sum sæst á blogginum, eru nógvar handilslýsingar.

Í kvøld var Sophie Elise gestur í seriøsu prátsendingini Torp í NRK2.

Her er sendingin

Her er bloggurin hjá Sopie Elise: trýst her

Her er norski blogglistin, har Sophie Elise er ovast: sí her

Her er listin við sterkastu miðlafólkum í Noregi, har Sophie Elise er fremsta kvinna: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo