Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Ársaðalfundurin í Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum er eigari av øllum tryggingarsamtakinum, verður hósdagin 21. apríl kl. 17.00 á Hotel Hafnia.

Ert tú tryggingartakari í Tryggingarfelagnum Føroyar, hevur tú rætt at luttaka á fundinum, men tú mást boða frá luttøku tveir dagar frammanundan, ella við øðrum orðum í seinasta lagi í morgin týsdagin 19. apríl.

Fleiri og óvanlig mál koma til viðgerðar

Hesin aðalfundurin verður helst tann mest spennandi í søgu Tryggingarsamtaksins, við tað at fleiri og óvanlig mál verða til viðgerðar.

Umframt tað vanliga nevndarvalið, sum hesuferð er áhugaverdari enn vanligt eftir tað stríð, sum hevur verið í samband við val av formansskapi, koma m.a. á skrá reglugerð fyri stuðul og vinningsbýti.

Reglugerðin fyri vinningsbýti
Serliga málið um reglugerð fyri vinningsbýti er nýtt og spennandi, við tað, at tað er fyrstu ferð í meiri enn 75 ára longu søgu samtaksins, at vinningsbýti verður útlutað. Higartil hevur samtakið samla pening frá tryggingartakarunum, soleiðis at eginognin í dag er upp á 2,6 mia. kr.

Tí er tað við spenningi, at frætta, hvussu nógv av yvirskotinum fyri farna ár, nevndin fer at skjóta upp at læta limunum aftur í vinningsbýti. Tíverri er skipanin so, at nevndaruppskotið ikki kann hækkast av umboðsráðnum, men kann lækkast, um umboðsráðið skuldi ynskt tað.

Fleiri áhugaverd uppskot

Men fleiri áhugaverd uppskot koma eisini til viðgerðar á aðalfundinum: um val av fundarstjóra, um atkvøðugreiðslu í samband við skipan av nevnd, um umboðsráðslimir, sum verða valdir í nevnd og um skipan av fíggjareindum í Ognarfelag Tryggingartakaranna.

Tilmelding
Tilmelding til aðalfundin skal vera skrivlig og kann gerast umvegis heimasíðuna tfholding.fo , ella við meyl á tfholding@tfholding.fo ella á heimaadressuni Yviri við Strond 2, 100 Tórshavn.

Johan Petersen, umboðsráðslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo