Tá Várharra plantar ein urtagarð, fer fanin at fáa sær høsn
- V. Poulsen
Vinna

Í hesum døgum stendur MEST fyri uppseting av neyðstreymsanleggi til stóru smoltstøðina hjá Bakkafrost norðuri á Strond í Klaksvík.

Talan er um 3 generatorsett við eini orku á íalt 5,4 MW frá stóra altjóða veitaranum FG. Wilson. 

FG Wilson eru ikki sørt stoltir av at veita eina skipan til heimsins størstu smoltstøð. Somuleiðis nevna tey í tíðindaskrivi, at nýggja skipanin til Bakkafrost kann veita streym svarandi til 10% av samlaðu elorkuni í Føroyum. Somuleiðis eru tey bergtikin av okkara vøkru oyggjum.

Sí leinki frá FG Wilson: http://www.mest.fo/uk/?q=node/139

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo