Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Krutl

Nokkso fitt av vindi er nógvastaðni kring oyggjarnar beint nú. Sambært mátingunum hjá Landsverki eru upp í 25 metrar um sekundi í fleiri støðum, og tað er stormur.

Sambært windfinder, sum plagar at hava góðar forsøgnir, fer vindurin at minka sum dagurin líður og um midnáttarleitið fer hann at liggja ímillum 17 og 21 ms.

Í morgin, nýggjársdag, minkar vindurin burtur í onki, og tað verður eisini kaldari, niður ímóti frostmarkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo