Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

- Inferno er á veg, var stutta viðmerkingin hjá spanska sjónvarps-meteorologinum Silvia Laplana í gjár á Twitter.

Hitabylgjan tekur seg upp nú í londum sum Frakland, Italia og Spania, har myndugleikarnir sambært The Guardian heita á børn og eldri um at halda seg inni so sleppast kann undan dehydrering og hitaslag.

Í komandi viku fer hitin fleiri staðni at liggja um 40 stig celsius ella yvir, meta meteorologarnir.

Tað kemst av heitari luft, sum í løtuni verður blást inn yvir Europa úr Sahara har norðuri í Afrika, skrivar DR.DK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo