Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Vinna

Smápartafelagið Frakt og Sandsølan, sum hevur heimstað í Runavík, hevði eitt gott ár í fjør. Ársúrslitið gjørdist 6,6 milliónir krónur eftir skatt, sum skal samanberast við smáar 5 mió kr árið fyri. Eisini bruttovinningurin hevði góða framgongd, og endaði á 47,6 mió kr sum er áleið 2,5 mió kr betri enn árið frammanundan.

Ein partur av virkseminum hjá fyritøkuni er uttanlands, felagið hevur dóttirfelag í Noregi, og inntøkan av kapitalpørtum var stívliga 1,6 mió kr.

Fíggjarstøðan javnvigaði við árslok við 91 mió kr og eginognin var góðar 17 mió kr.

Leiðslan sigur seg vera nøgda við gongdina, og væntar sær eisini eitt gott ár í ár.

98 fólk starvast hjá Frakt og Sandsøluni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo