Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Vinna

Avlopið í 2018 gjørdist 30,4 mió kr eftir skatt. Hetta er ein hækking uppá 2,2 mió kr sammett við úrslitið i 2017.

Sølan tilsamans var 850,1 mió kr ímóti 767,8 mió kr í 2017.

Leiðslan sigur í frágreiðingini, at hon metir, at úrslitið fyri 2018 er nøktandi.

Magn hevur vanliga sent dastið av yvirskotinum víðari til íslendsku eigararnar sum vinningsbýti. Í 2017 fóru heilar 73 mió kr tann vegin, men tá órógvaði afturkeyp av partabrøvum myndina. Tá keypti felagið egin partabrøv frá eigarunum fyri 61 mió kr til tess at tillaga kapitalstrukturin.

Í roknskapinum fyri árið í fjør er onki sett av til vinningsbýti.

Magn keypti í fjør meirilutan av Demich, og við tí keypinum er fyritøkan klár til at fara undir avbjóðingina við at gera Føroyar grønar í 2030. - Men tað krevur lógarbroytingar innan lógarverkið, millum annað á elveitingarøkinum, verður sagt.

Eginognin hjá Magn var við árslok slakar 138 mió kr. Fíggjarstøðan javnvigaði við 347 mió kr. Magn rindaði áleið tað sama í lønum í fjør sum fyrraárið, sum var stívliga 38 mió kr. Og Magn rindaði 7,7 mió kr í skatti til landið.

Magn eigur 11 av Magnstøðunum kring landið, og tøl frá hesum støðum eru við í roknskapinum hjá Magn.

Leggjast kann afturat, at helvtin av skuldini hjá samtakinum (sum eisini umfatar virksemið í Íslandi) er í føroyskum peningastovnum, og bæði forstjóri í samtakinum  og nevndarformaðurin í Magn eru føroyingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo