Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Vinna

734 byggivirki- og anlegsvirki í Danmark eru farin á húsagang higartil í ár. Tað er ein vøkstur uppá nærum 10% í mun til í fjør, skrivar fakblaðið 3F.

- Tað hepna er kanska, at nógvar av fyritøkunum eru einstaklingavirki sum ein handverkari hevur stovnað sær. So har eru ofta ikki so nógv fólk, onnur enn eigarin, sum missa arbeiðið, verða serfrøðingar í vinnuni endurgivin fyri at siga.

Reglurnar fyri íverksetaravirki eru herdar í Danmark í ár, júst tí tað var hildið at vera ov lætt, og nógv fóru av knóranum aftur.

Í flestu førum kostar tað landi og kravánarum, tá íverksetaravirki fara fallit.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo