Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Politikkur

Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen kemur á vitjan í Føroyum í komandi mánaði. Tað hava løgmaður og danski forsætisráðharrin avrátt á fundi seinnapartin.

Á fundinum í danska forsætismálaráðnum umrøddu Mette Frederiksen og Bárður á Steig Nielsen samstarvið í ríkisfelagsskapinum. Løgmaður nýtti høvi at greiða frá ætlanunum hjá samgonguni komandi fýra árini.

”Vit eru samd um at arbeiða meira miðvíst fyri at styrkja ríkisfelagsskapin. Tað er neyðugt at lýsa stóru fyrimunirnar við einum sterkum ríkisfelagsskapi,” heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo