Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Politikkur

Í talu síni á Fólkatingi í dag boðaði Mette Frederiksen frá, at hon hevur avtalað við føroyska løgmannin, at hon kemur skjótt á vitjan í Føroyum.

Mette Frederiksen segði, at veðurlagsbroytingarnar og áhugin fyri Arktis draga Føroyar og Grønland longur inn á altjóða pallin.

- Eg skilji væl ynski hjá Føroyum og Grønlandi um ein meira aktivan leiklut í uttanríkis- og trygdarpolitikki. Eg eri samd í, at vit skula styrkja samstarvið. Deila vitan og informasjón.

- Vit eru trý lond. Trý fólk. Tríggjar mentanir. Men vit hava eisini ein sterkan felagsskap.

- Eg komi við eini innbjóðing til samstarv á økjum, har tað er til felags gagn.

- Eg havi avtalað við Bárður á Steig Nielsen løgmann, at eg skjótt fari til Føroya, so vit koma í gongd við samstarvið. Tað gleði eg meg til, segði danski forsætisráðharrin millum annað.

Les alla røðuna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo