Meira ræður um tað, ið rætt er, enn hvør ið rætt fær
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Fróðskaparsetur Føroya: Í apríl mánaði 2018 byrjaði Michael Feldballe Hansen eina ph.d.-verkætlan við tí endamáli at granska, hvussu sosialpolitikkur er mentur í føroyskum høpi.

Verkætlanin tekur støði í sosialum viðurskiftum í Føroyum, og hevur fyri eyga at skapa vitan um yvirskipaðu gongdina viðvíkjandi arbeiðsloysi hjá fólki við sosialum trupulleikum, hvussu hetta ávirkar í Føroyum, og hvussu ymisku arbeiðsfremjandi tiltøkini virka í Føroyum, samanborið við í hinum Norðurlondunum.

Partur av verkætlanini er ein skipað innsavning og greining av viðkomandi skráum hjá Almannaverkinum um arbeiðsloysi, og hvørjar ymiskar orsøkir eru til tað. Umframt hetta, verður eisini gjørd ein meting av vinnufremjandi og útbúgvingarligum tiltøkum seinnu árini, við serligum atliti at skipanini við arbeiðsfremjandi tiltøkum.

Verkætlanin er partur av granskingarøkinum, ið kannar umbøtingina av sosialpolitikki í norðurlendsku vælferðarskipanini. Tann yvirskipaði granskingarspurningurin er, hvussu broytingar í ymisku sosialpolitisku ábótunum stuðla uppundir vælferð hjá borgaranum viðvíkjandi atgongd til arbeiðsmarknað, útbúgving og javnrættindi. Yvirskipað fer verkætlanin at stuðla verandi ástøðiligu vitanina um broytingar í vælferðaskipanunum, og hvørjar avleiðingar standast av sosialpolitiskum átøkunum og eginleika teirra at stuðla borgaranum. Harumframt hevur verkætlanin eisini til endamáls at vísa, hvussu ástøðilig vitan kann nýtast í verkligum týdningi.

Michael hevur lisið samfelagsvísindi á Fróðskaparsetri Føroya og søgu og heimspeki á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hann er innskrivaður til ph.d.-lestur á Roskilde Universitet og á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya, her er talan um eina sonevnda dupultinnskriving.

Verkætlanin er fíggjað av Roskilde Universiteti, Almannaverkinum og Fróðskaparsetri Føroya.

Høvuðsvegleiðari er Peter Triantafillou, professari í almennum politikki á Roskilde Universitet. Anders Ejrnæs, lektari á Roskilde Universitet og Magni Mohr, professari á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum eru hjávegleiðarar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo