Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Tekstlýsingar

Talan er um ein námsfrøðing á 30 tímar viku til barnagarðsstovu, at byrja 1. juni 2019, og tveir námsfrøðingar til tá Miðgarður letur upp aftur eftir summarferðiuna 12. aug.

Ein námsfrøðing á 40 tíma viku til smábarnastovu og ein námsfrøðing til 35 tíma viku til vøggustovu.

Arbeiðstíðin er millum kl. 7:00 til 17:00, tó kunnu fundir verða eftur 17:00.

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar verða løntir á lønarstigunum 11-21 og hjálparfólk verða lønt á lønarstigunum 2-7.

Miðgarður er ein dagstovnur í Miðvági við skjótt 8 árum á baki. Her eru 9 stovur, 3 vøggustovur, 1 smábarnastova, 3 barnagarðsstovur, ein serstova og 1 stova til tey 6 ára gomlu.

Vit hava fimm ymisk verkstøð og gott spælipláss er rundan um stovnin, sum er bygdur inn í lendi.

Miðgarður liggur mitt í bygdini, tætt við fjall og fjørðu, viðalund og áir.

Vit arbeiða við:

• At skapa eitt umhvørvi, sum stuðlar undir eini menning og lærutilgongd, og sum tekur støði í barnsins áhuga, undran og forvitni. Hesum leggja vit tað námsfrøðiliga arbeiði tilrættis eftir.

Barnagarðsstovurnar eru aldursuppdeildar.

Smábarnastova við børnum í aldrinum 2-3 ár.

Vøggustova við børnum í aldrinum 10 mdr.- 2 ár.

Vit ynskja av tær:

• At tú skal arbeiða útfrá okkara virðisgrundarlag, okkara viðtikna barnasýn og námsfrøði.

• At tú hevur góð samstarvsevnir, og ynskir áhaldandi at menna teg yrkisligt, og vera við til at menna stovnin.

• At tú ert før/førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og er nærverandi.

• At tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.

Sí meira á okkara heimasíðum: www.midgardur.fo  og  www.vaga.fo

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Mirjam Kjølbro, Leiðara á tlf. 794520.

Umsóknin saman við prógvum, royndum og viðmælum, skal vera Miðgarði, Hornavegi 14, 370 Miðvágur, midgardur@vaga.fo í hendi í seinasta lagið, fríggjadagin, tann 24. mai kl 12:00.

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv. Merk brævbjálvan ella teldupostin: ”umsókn”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo