Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vágatíðindi

Vága kommuna: Leygardagin, tann 1. oktober, verður Miðgarður í Miðvági 5 ár.

Dagurin verður hildin fríggjadagin 7. oktober.

Fyrraparturin verður hildin saman við børninum, har Heiðastova fer at spæla sjónleik.

Kl. 15:00 fer Miðgarðkórið at syngja nakrar sangir í Miðgarðinum. Aftaná verða foreldur boðin til kaffi og lagkaku, inni í stóra køkinum.

Hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo