Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Krutl

James Bond hevur altíð verið settur í samband við ávís vørumerki. Um tað so er Omega ur, Bentley bilar, Moreland sigarettir ella Gordons gin. Og tað er onki undantak gjørt í komandi filminum, hvørs trailari bleiv almennur í vikuni, og sum longu er sæddur fleiri milliónir ferðir.

Í grein í bretska miðlinum The Guardian verður nevnt, at eisini lond hava goldið nógvar pengar fyri at sleppa at vera ein partur av leiktjøldunum til James Bond filmar. Nevnt verður, at Noreg hevur goldið 47 milliónir norskar krónur, og tað er sannlíkt at fleiri onnur lond hava gjørt tað sama. Eisini Føroyar verða nevndar í tí sambandi.

Men tað loysir seg eisini væl at vera við. Borgarstjórin í býnum Matera, har biljaktin sum No Time to Die byrjar við er upptikin, hevur sagt, at búskaparligi týdningurin av filminum fyri býin er einar 12 milliónir evrur.

Í Føroyum er ein pulja uppá 200.000 kr sum filmshúsið umsitir. Um pengar eru játtaðir hagani til eina so stóra verkætlan sum No Time to Die, er tó ivasamt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo