Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Útlendis ítróttur

Tað kostar at skifta venjara, og tað kanska serliga um felagið eitur Manchester United og venjarin sum fekk fótin í afturpartin eitur José Mourinho.

The Mirror skrivar at sluttpakkin hjá Mourinho er 15 milliónir pund.

Harumframt skal United blaðað nakað upp fyri at tryggja sær Solskjær. Bretski miðilin skrivar at Molde fær 1,8 milliónir pund í kompensasjón og at United má út við øðrum átta milliónum um hann skal halda fram í Manchester United.

VG skrivar at leiðslan í Molde hevur ikki viðmerkt hesar upphæddirnar, men sigur um avtaluna at hon er fair. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo