Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Onnur tíðindi

47 prosent av teimum spurdu siga seg hava eina negativa ella sera negativa støðu til tað, um dóttirin skuldi fingið sær ein muslimskan maka. 38% siga seg hava eina negativa støðu til spurningin, um tað var sonurin sum fekk sær eina muslimska konu. Bara hvør tíggjundi sigur seg vilja taka væl ímóti einum muslimskum svigarsoni ella - dóttir.

Tað vísir ein nýggj kanning sum YouGov hevur gjørt, og sum kann lesast í Kristeligt Dagblad.

- Tað er stúranin fyri, um eins barn verður til ein annan persón, fer at skifta religión ella verður trýst til mentanarlig serkenni, sum ikki frammanundan eru partur av familjuni, sum gera at fólk aftra seg, sigur Kristina Aamand sum hevur skrivað bøkur um evnið, við miðilin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo