Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Nú verður aftur tosað um at broyta tíðirnar hjá Bygdaleiðum vestur í Vágar, so tær passa betur hjá næmingum, sum ganga á Glasir.

Fyrispurningur um hetta er settur landsstýrismanninum í samferðslumálum. Tað er væl skiljandi, at hesir næmingarnir vilja hava brúkiligt busssamband.

Men tað ber ikki til at broyta tíðirnar hjá bussunum, so tær passa betur hjá einum miðnámsskúla, men samstundis gera tað ómøguligt hjá næmingum úr Vágum at ganga á øðrum skúla.

Í løtuni ganga 20 næmingar úr Vágum á Miðnámi í Vestmanna, og busssambandið í skúla um morgunin og heim aftur úr skúla er fyrimyndarligt. Tí heita vit á myndugleikarnar um at hava hetta í huga, um ferðaætlanin vestur í Vágar verður broytt.

Vit á Miðnámi í Vestmanna eru frammanundan skerd við busssambandið til Kollafjørð og bygdirnar í Sundalagnum og Eysturoynni, sum gera tað ómøguligt hjá næmingum haðani at ganga her á skúlanum.

Verður busssambandið til Vágarnar eisini kvett ella skert, er grundarlagið burtur fyri einum miðnámsskúla í Vestmanna.

Jákup Andreasen
Skúlastjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo