Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth
Vágatíðindi

Tey í Miðvágs Róðrarfelag hava júst flotað nýggja 5-mannafarið. Báturin eitur Rókurin. Afturi í rong situr Tordis Hansen, sum róði við Beintu í 1958, og sum slapp stýra fyrsta heiðursróðurin. Allar genturnar rógva sjálvandi í vesti. (Mynd Miðvágs Róðrarfelag)

Hvannrók: – Haldi, at eg fari at lata væl at, tí tríggjar barnamanningar rógva í summar, og so er 5-mannafarið Ørnin mannað við bæði gentum og dreingjum.

- Síðani rør eisini 6-mannafarið Skúgvur við kvinnum. Hetta eru kvinnur, sum fleiri eiga børn, so venjingin má tilaga seg eftur hesum við innivenjingum og uttanduravenjingum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo