Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Ein nýggj kanning vísir, at ein meiriluti av afrikanskum flóttum ætla sær ikki til Europa men til eitt annað afrikanskt land.

Kristeligt Dagblad skrivar um eina kanning, gjørd av stovninum Afrobarometer, har 46.000 fólk í 34 afrikanskum londum eru spurd.

36% siga, at tey kundu hugsa sær at flutt til eitt annað afrikanskt land og 27% siga, at tey vildu sloppið til Europa.

Men tað er stórur munur á hvat fólk svara, alt eftir hvørji megin Sahara tey búgva. Ímeðan 58% av teimum sunnan fyri Sahara heldur vilja til eitt annað afrikanskt land enn til Europa, so er tað sama bert galdandi fyri 8% av teimum sum búgva norðanfyri Sahara.

Kanningin vísir eisini, at 3 av 10 siga seg vera í holtur við at fyrireika seg at flyta.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo