Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Krutl

BirkBlogg: So er Mikkellermaðurin komin. Eg slapp at avmynda hann í gomlu Dandastovu, har sum Gullhornið og Gongin vóru fyrr, niðast í Bringsnagøtu, innanfyri diskin, meðan hann lesur bjórskránna við teim sekstan spesialbryggjunum á vegginum.

Brettini og bitarnir undir loftinum benda huglagið á málningin hjá Emil Krause frá 1904 av dansarum á Viðareiði, sum nú hongur í býráðssalinum í Klaksvík.

Eirikur Lindenskov, sum eins og Mikkel Borg Bjergsø er lærari, hevur sett øll húsini í stand, so ikki bara varðveitt søga, men eisini fynd og lív nú eru blást í gamla staðarnavnið Heima í Havn.

Les meira her + myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo