Tað gagnar lítið at kenna prísin á øllum, um ein ikki kennir virðið á nøkrum
- Albert Einstein
Ferðamál

Birkblogg er aftur úr feriu: Einki er sum at verða millum heimar, hendan og hin, frítíð og arbeiði, og so munda sær, sum Steinbjørn sigur í skúlabókini um Krákuungarnar, tá krossoygdu dreingirnir hjá Bárði í bundnatroyggjum og stuttabuksum, sum akkurát hava etið eitt seyðarhøvd, leypa av einum bakka og yvir á hin, men fyrst munda sær.

Her er tað Atlantsflog, sum beint úr Føroyum er yvir Tejo ánni, hinari longstu á iberisku hálvoynni, og ger klárt at seta seg í Lissabon, einasta høvuðsstaði á evropeiska meginlandinum, sum eins og í Sjómansrímunum hjá Hans Andriasi altíð kann pløga Atlantshav, dyggasta portugisiska vørumerkið um reinvaskaða sjarmu.

Atlantshavið. Fantastiskt.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo