Eg ræðist sengur. Fleiri fólk doyggja í teimum enn nakra aðrastaðni
- W. C. Fields
Lesarin skrivar

Í dag er komið fram, at LISA (Listafólkasambandið) skal húsast í studentaskúlanum. Fleiri enn 50 uppskot komu inn, men onkusvegna var uppskotið í einum faldara hjá LISA tað mest áhugaverda.

Eg loyvi mær at ivast um Rigmor Dam yvirhøvur hevur viðgjørt hini uppskotini. 

Ein kann undrast á hví landsstýriskvinnan er so ivrig at skula styrkja um júst henda bólkin í samfelagnum.

Trupulleikin við júst hesum fólkunum er, at krøvini eru óendalig og samfelagið má einki krevja av teimum.

Listafólkalønir var eitt tað fyrsta uppskotið sum landsstýriskvinnan fekk samtykt. Men tað var sambært LISA ikki nokk. Listalønirnar skulu samsvara útbúgving.

Frekleikin til at krevja er óendaligur. LISA var forsprákarin fyri, at fáa ígjøgnum listafólkalønir.

Ein lønarskipan, sum gevur listafólkum løn uttan tíðaravmarking.

Eingi krøv til hvørki verkætlan, roknskap og ei heldur nøkur forðing fyri at t.d mótrokning um viðkomandi fær eitt veruligt arbeiði. 

Snøgt sagt løn fyri at vera til.

Í samrøðu við morgunsendingina segði forkvinnan í LISA, at tey í LISA vóru sum útgangspunkt nøgd við, at teirra limir nú kundu fáa listafólkaløn, men at lønin skuldi ikki bert vera á støði við læraraløn. 

Nei, lønin skal samsvara tí útbúgving sum listafólki hevur.

Tað kann bert tulkast sum, at ert tú lækni og gerst listafólk, so skal tú fáa somu løn sum ein lækni, hóast tú t.d ert byrjaður at mála eitt sindur. Har var einki sagt um t.d eitt listafólk eitt nú hevur handverkaraútbúgving. Í teimum førunum vil tað vera ein øgiliga stór lønarhækking.

Nú hava somu fólk ókeypis fingið fatur á studentaskúlanum í Hoydølum. Starvsnevndarlimur nevndi í Degi og Viku í kvøld, at tey sum útgangspunkt eru nøgd við at fáa studentaskúlan í Hoydølum, tí "tey mugu virðast sum listafólk". 

Tá verturin spurdi hvussu hetta skuldi fíggjast, nevndi starvsnevndarlimurin, at tey vóru í samráð við Mentamálaráðið um Mentamálaráðið skuldi rinda alt ella um tey skuldu rinda alt og geva teimum stuðul afturat.

Og skoytti síðani uppí, at vinnulívið má gjarna eisini koma við pengum, sum um vinnulívið ikki hevur fingið ríkiligt av byrðum á sínar herðar av hesi samgonguni.

Fyri vanliga borgaran, sum fer til arbeiðis hvønn dag og forvinnur sær til dagin og vegin, er hetta heilt absurd.

Nú um dagarnar kom fram, at skeinkistaðið Mimir er sett á tvingssilssølu. Tað er upplagt at fólkini í LISA fáa fatur á Mimir. Hesi "skapandi" dáma kanska flest øll Mimir og tí er upplagt, at tey flyta sitt "skapandi" virksemi inn í Mimir heldur enn Hoydalar.

Tá ið flestu av limunum í LISA eru lønt á fíggjarlógini, kundu tey t.d latið tíggind eins og nógv gera í samkomum. Tey kundu t.d fingið mongdaravsláttur um tey bæði eru limir í Mimir og LISA.

Tað er ikki ein stigmatisering av júst hesum fólkum, men heldur ein staðfesting út frá innsløgum í mentanarsendingum í Kringvarpi Føroya.

Yvirkskriftir sum 'Mimir er Føroya besta universitet', framløgur av yrkingasøvnum. Og ein rúgvu av tónleikainnsløgum.

Staðfestast kann, at landsstýrisfólk sum ikki eru fevnd av fyrisitingarlógini hvat viðvíkur inhabiliteti eru skaðilig fyri hetta samfelagið.

Rigmor Dam er ov nær umhvørvinum hjá LISA og hevur tíverri so nógva makt at hon sjálv tekur avgerðir sum ikki samsvara vanligt vit og skil. 

Hetta eigur at vera steðgað.

Fyrrverandi næmingur í Hoydølum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo