Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Politikkur

Sjálvstýri vil hava minimumsnormering at vera galdandi á eldraøkinum, tí eisini her er brúk fyri at tryggja okkara eldru borgarum eitt minstamark fyri tænastu á ellisárum.

Familjan snýr seg eisini um okkara eldru, ið hava lagt so nógv fyri at skapa karmar fyri okkum, og tað ið vit kunnu njóta hvønn dag. Tí eigur tað at vera ein sjálvfylgja, at minstamark verður sett fyri normeringina á eldraøkinum, so tey eldru og avvarandi føla seg trygg.

Minimumsnormeringin skal eisini tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvi, so starvsfólk hava betri stundir, og á tann hátt kunnu geva betri tænastu.

Normeringin má sjálvandi taka hædd fyri ymiskum tørvi, tí siga vit í Sjálvstýri, at vit skulu hava eina minimumsnormering á eldraøkinum, ið verður lagt eftir tørvinum.

Sjálvstýri vil tryggja alla familjuna - eisini okkara eldru borgarar - ið hava lagt lunnar fyri okkara virkni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo