Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Vinna

Hagstovan: Bæði í nøgd og virði er skrásetti útflutningurin minkaður fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár í mun til somu mánaðir í fjør.

Tað er serliga minni útflutt av makreli, men eisini útflutningurin av laksi er minkaður í ár. Tó skal viðmerkjast, at allur útflutningurin hesar mánaðir er ikki skrásettur enn, so tá tølini verða endalig, kann væntast, at útflutningurin í 2018 verður nakað størri, enn vit síggja nú.

Meira innflutt av byggitilfari og brennievni men minni av akførum
Samanlagt er innflutningurin fyrstu 4 mánaðirnar í ár minkaður við 10%. Men um vit ikki telja skip við, so er talan um ein lítlan vøkstur á 1%.

Tað er framvegis stórur vøkstur í innflutningi av tilfari til byggivinnuna, svarandi til 33%, og eisini er virðið av innflutninginum av brennievni vaksið, svarandi til 9%. Hinvegin sæst ein minking í innflutninginum av akførum við 5%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo