At vera eitt sexsymbol er ein tung byrða at bera, serliga tá ein er móð, særd og ørkymlað
- Marilyn Monroe
Politikkur

Brot úr álitinum hjá fíggjarnevndini, har minnilutin ávarar ímóti at útreiðslur mangla á fíggjarlógini.

Samgongan krógvar veruliga útreiðsluvøksturin við kreativum loysnum, ið sjáldan eru sæddar áður. 

Yvirlit yvir útreiðslur, sum ikki eru tiknar við á fíggjarlógina ella eru settar lægri, enn veruliga kann roknast við – og sum landsstýrið er fult vitandi um.

Enntá eru dømir um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur sett tølini lægri, enn avvarðandi landsstýrisfólk hava víst á.

• Barsilsskipanin: 11 mió. kr. lægri enn framrokningar vísa

• Fólkapensjónin: 6 mió. kr. lægri enn framrokningar vísa

• Landssjúkrahúsið: 5 mió. kr. lægri enn landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur skal til, fyri at varðveita verandi rakstur. So her mugu tiltøk setast í verk, m.a. uppsagnir, um játtanin skal halda

• Semja við serlæknar um útgoldna avspáking: 12 mió. kr.

• Frádráttur fyri limagjald til yrkisfeløg: 40 mió. kr., herav 20 til kommunurnar

• Endurgjald til kommunurnar fyri fyritíðarpensjónirnar: 25 mió. kr.

• Útbygging av Landssjúkrahúsinum: 18 mió. kr. fyri at tillaga játtanina, so byggingin ikki verður tarnað vegna vantandi játtan

Við hesum tølum vísir minnilutin á, at kr. 117 milliónir vanta í á fíggjarlógini fyri 2018 og at landsstýrið er væl vitandi um hendan veruliga tørvin, sum ætlaða virksemið krevur.

Harumframt hevur landsstýrið upplýst, at 42 milliónir skulu leggjast omaná útreiðslurnar í fíggjarlógaruppskotinum.

Samanlagt er talan um ein vøkstur í útreiðslunum upp á 159 milliónir krónur, sum ikki eru tiknar við í upprunaliga fíggjarlógaruppskotinum. Við hesum útreiðslum íroknaðum verður samlaði útreiðsluvøksturin fyri 2018 8%.

Tá er søguliga stóri lønarvøksurin á almenna arbeiðsmarknaðinum ikki tikin við. Endaligi útreiðsluvøksturin kann tí lættliga verða 10% í 2018.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo