Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Minningarorð

Eitt samfelag er í stóran mun flættað saman í kervum av ymsum slagi. Felagsskapurin millum menn umborð á skipum – skipsmanningar – er ein slíkur, men vit, sum eru børn hjá monnum, ið hava verið nógv burturi, vita um annan felagsskap, sum kemur í ímillum konur teirra, ið balast á sama skipsdekki. Soleiðis bleiv Gigga (skírd Jovina) av mongum konum mær alkunnug, táið Petur og pápi mín sigldu saman fyrst í sjeytiárunum við “Norðvíkingi”. Tað fór neyvan dagur, at onnur ikki ringdi til hina, ella hittust tær, fyri at frætta hvussu tað mundi gangast, serliga táið teir á vetrardegi sigldu millum Danmørk, Føroyar og Grønland, fyri Greendane, eitt felag ið m.a. Skipafelagið Føroyar var partur av, skipað sum andmæli til danska monopolið hjá Kongaliga Grønlendska Handlinum.

Petur Knudsen var stýrimaður og onkran túrin skipari, og hóast lítið meira enn fermdur, minnist eg, at menn tosaðu við alra størstu virðing um hendan skilagóða heiðamannin, sum ikki lat seg taka av bóli, líkamikið hvussu elementini rasaðu, tað veri seg í ódnarveðri á Hvarvinum ella aðrar staðir. Støðugt í javnvág, búgvin til at taka tær røttu avgerðirnar, táið ein bara hevur eitt splittsekund at umráða seg í. Hann var ikki opinskáraður, tosaði ikki bara fyri at tosa, men táið hann segði okkurt varð lurtað. Fynd var í. Allir vitstu, at hann tók ikki orðið bara so hissini, tað var umhugsið, tyngd var í, tað rann ein natúrligur agi úr honum, og hóast hetta kundi hann eisini vera hugnaligur og skemtingarsamur, í so máta breðgaði hann ikki úr ætt.

Petur Knudsen er nú farin í annað ljós at vera og jarðiska hylkið hansara fer um gravarmúlan á Glyvrum í dag. Hann var borin í heim í 1932, og 12 ára gamal, í oktober 1944, gerst hann longu faðirleysur, táið “Verdandi”, sum var á veg av Siglufirði til eina av Faxaflóahavnunum, at keypa fisk, fórst í einum ódnarveðri, og ongin av manningini spurdist aftur. Pápi hansara, Jens Knudsen, var bestimaður. Hann var av Vollanum á Glyvrum og mamman, Elisabeth, f. Nielsen, var úr Saltangará, har tey høvdu sett búgv.

Hjá einum dreingi, sum kjálkar fram til tað, sum tá vóru manndómsár, fermingin lá eitt gott ár framman fyri honum, fær tað ikki verið meiri møtimikið, og bara tey sum uppliva slíkt, duga at siga frá tí trega, ið kona og børn sita eftir við eftir slíka vanlukku. Petur hevur í samrøðum í Útvarpinum – við Jógvan Arge – sagt frá sínari lívsleið, tí verður bara tikið úr rúgvuni í hesum umfarinum. Hugurin stóð sum hjá teimum flestu til sjógvin, men eyðvitað hevur Elisabeth hvept seg við at lata hin frumborna sonin fara til skips eftir feigdina, sum hevði rakt familjuna stríðsárini. Tí valdi hann at fara í læru á Royndarstøðini í Hoyvík eftir fermingaraldur. Har var hann í eitt ár og fekk við fráferð skrivligt viðmæli sum “god staldkarl”. Hetta hevur ivaleyst verið til hjálpar seinri, tí hann hevði áhuga fyri kríatúrum, serliga seyðahaldi. Hinvegin var hetta ikki tað, sum hann ætlaði sær, hugurin stóð til sjógvin, og har var hann í eitt drúgt áramál. 16 ára gamal fór hann við pápabeiggjanum Niels Juul á Vollanum á Glyvrum, sum førdi “Suðuroynna” hjá Tór-felagnum. Teir vóru á saltfiskaveiði við snøri undir Íslandi.

Hann var við Karl hjá Pól Nikláa, Nickel á Høgabóli, Jaspuri Tausen, Dia í Kálvhúsinum, Sandrin Müller og Karl Gaardlykke hesi árini, áðrenn hann 20 ára gamal legði leiðina á Føroya Sjómansskúla. Har fekk hann seturskiparaprógv í 1953. Eftir hetta var hann bestimaður, ymsir vóru veiðihættirnir, og roynt var við snøri á saltfiskaveiði, við bátum í Grønlandi og við gørnum á sildaveiði á Føroyaleiðum. Veturin 1955/56 fór hann til Havnar eftir longdini, og hetta prógvið fekk hann í mars 1956. Haðani mynstraði hann sum 1. bestimaður vð “Vørðuni”, teir vóru á saltfiskaveiði undir Grønlandi, og skipari var hin seinri so kendi uppsjóvarskiparin Eiler Jacobsen. Eitt skifti var hann eisini við gitna íslendska togaranum “Torkell Máni”, tað var hann sum mundi farið runt yviri á Flamingjagrunni av yvirísing, høvdu teir ikki skorið gálgarnar og alt annað oman av honum í ódnarveðrinum ta náttina, kjølfestan var farin, so hevði ongin borið boðini aftur frá tí túrinum. Eftir tað sigldi hann sum bestimaður og skipari við fleiri skipum. M.a. við “Porkerisnesi”, “Grími Kamban”, “Nornagesti” og “Strandingi.”

Á vári 1966 legðist hann uppi fyri eina tíð, hann arbeiddi á flakavirkinum Lynfrost í heimbygdini, og hetta er eisini um tað mundið, táið tað fer at ganga sundur millum partarnar í hini gomlu Nes Sóknar kommunu. Fólk høvdu álit á Peturi, longu sum smádrongur minnist eg hann umrøddan sum ein merkismann, við serligum evnum, ið var førur fyri at taka stór tøk. Lítil hávi, tað meiri av verki. Hann varð stillaður upp til kommunuval og varð valdur í sóknarstýrið frá árskiftinum 1966/67. Av fáum hevur hann sitið í tveimum sóknarstýrum – í Nes Sóknar- og í Runavíkar kommunu. 1. apríl 1967 slitnaði endaliga ímillum uttan- og innanmenn, tvær kommunur vórðu skipaðar, og Petur helt fram hetta valskeiðið og eftir at hava tikið eitt tørn afturat gavst hann við árskiftið 1974/75, tá hann ikki lat seg stilla uppaftur. Kendi onkran sum sat í forstandaraskapinum hesa tíðina, og skoðsmálið Petur fekk var ikki hissini, altíð í broddi fylkingar til menning og framburð.

Skipafelagsmenninir hava nú fingið eyga á Peturi Knudsen. Gamalt var, at menn vóru drúgvir í tænastuni hjá hesum felag, sum var eitt sera gott felag at sigla fyri, tað fái eg sagt av egnum royndum, og í stóran mun kom hann at virka hjá Skipafelagnum Føroyar í eina fjórðingsøld frameftir. Havið dróg nú aftur. Farmasigling. Eftir at hava verið við “Bellatrix” og “Norðvíkingi” mynstraði hann við “Lómi” og síðani við “Vela”, sum Skipafelagið leigaði. 28. desember í 1977 mynstraði hann av og gjørdist virkisleiðari á Handils- og Frystivirkinum í Fuglafirði. Har var hann í samfull 14 ár. Hann sneiddi arbeiðsárini av í heimbygdini - á avgreiðsluni hjá Skipafelagnum við Runavíkar havn.

Brúk er altíð fyri álitismonnum á uriaspostum. Á aðalfundinum hjá heiðurskrýnda felagnum – Føroya Skipara- og Navigatørfelag – millum jólanna í 1978, verður Petur valdur til formann felagsins. Í fyrstu nevndini sat hann saman við so mætum monnum sum Birgiri hjá Jóhan í Hoyvík, ið var næstformaður, Jóhan Christiansen, Samson O. Samson, Theodor Poulsen, Karlot Poulsen og John Dam. Petur var formaður fram til aðalfundin, hildin fyri árskiftið 1983/84, táið hann lat Ellinti Abrahamsen stafettina. Harvið var hann formaður í heili 5 ár. Mesta stríði hevði hann hesi árini við at fáa líkinda sáttmálar fyri føroysku navigatørarnar, sum nú í alt størri mun mynstraðu við grønlendskum rækjuskipum. Hetta er tíðin, táið fiskimørkini verða flutt út, møguleikarnir hjá føroyskum skipum á grønlandsmiðum gerast lakari og royndir menn bypassa nýkomna fiskimarkið og flyta innaftur á miðini, nú umborð á grønlendskum togarum ístaðin.

Petur Knudsen var politiskt tilvitaður. 14. apríl 1946 varð hann fermdur í gomlu kirkjuni í Fuglafirði av Hans Ejgil Sand presti. Hetta veit eg frá mammu, sum var í fermingarliðnum hendan dagin. Sama árið valdu føroyingar at skipa sín egna nationalstat, 14. september, og tað sum hendi tá og eftir hetta hevur kveikt ungar menn sum Petur. Hann bleiv avgjørdur loysingarmaður, hann var avkláraður í so máta, og tí gjørdist hann partur av liðnum hjá Erlendi Patursson, Sigurði Joensen, Peturi Reinert, Leirvíks-Frederiki, Jóhan Simonsen, Hans Jacob Ellingsgaard o.ø, ið hevði sum meginstevnu at loysa Føroyar úr útlendskum bondum, fyri síðani at standa uppi av sær sjálvum sum tjóð í heimssamfelagnum. Politiska tjóðskaparfylkingin skipaði seg í ein flokk – Tjóðveldisflokkin. Petur var stillari og onkuntíð stillaður upp til løgtingsval. Hann lá væl í svinginum, men Frederik Hansen, Signar Hansen (seinri á Brúnni) og Petur Reinert vóru ikki lættir at syfta í Eysturoyar valdømi, tí rakk hann ikki um tinggáttina, hóast evnini vóru til tað. Hann var fyrst og fremst loysingarmaður, og skal eg plasera hann á hinari ásini, mundi hann liggja nakað til høgru fyri miðjuna, tó við einari sosialari dimensión í politisku skjáttuni.

Nú er farið at tynnast í hesum liðnum, sum tá var uppi á døgum. Í 1984 – fyri 35 árum síðani - var hann ein av fleiri her í býnum sum hildu, at ein yngri maður skuldi stillast upp fyri Tjóðveldisflokkin. Petur Højgaard, Jústines (Yddi) Hansen, Svenning á Marknagarði, Hans Tausen Olsen og Petur Knudsen frekventeraðu ein ungan skipara – tá 28 ára gamal – og fingu tosað hann upp í lag. Tað var ikki ætlað, tíansheldur tilætlað, og tað rakk heldur ikki til ein tingsess ta ferðina, men kortini gjørdist hetta byrjanin til eitt heilt annað lív enn tað sum stungið var út í kortið. Soleiðis arvaði eg hesa stafettina frá Peturi Knudsen, sum seinri dróg meg um væmingar og vaggandi gjálv og nógvar góðar løtur á eini drúgvari politiskari ferð. Í so máta havi eg fyrrnevnda ættarliði nógv fyri at takka.

Petur var sum nevnt giftur Jovinu úr Klaksvík (hon var ikki nevnd annað enn Gigga her í býnum, tað er ikki so, - táið kelinøvnini festa seg ímillum fólk í almenna rúminum) og áttu tey trý børn – tvær gentur og ein drong. Tey búgva øll í økinum, í grannalagnum hjá teimum gomlu, sum nú eru farin, og tey flestu kennast helst við einkarsonin, sum er hin heimsgitni fótbóltsspælarin, - málmaðurin Jens Martin Knudsen. Fótbóltsvøllurin á Mýrunum var fingin undir land í tíðarskeiðnum, táið Petur sat í býráðnum í Runavíkar kommunu, og eg kann ætla, at hann hevur havt meiri enn ein fingur við í tí spælinum, so áhugaður hann var í øllum ítrótti, serliga fótbólti. Abbasynirnir munnu hava fløvað hansara ítróttarhjarta almikið, ikki minst navnin og stórtalentið Petur Knudsen, sum leingi hevur leikt á besta liðnum hjá NSÍ og á diverse landsliðum, og sum einaferð man fara at fylgja pápanum eftir, sum ein av teimum fyrstu 11 á A-landsliðnum, um alt gongst væl í hond.

Ein skansi er fallin. Ímyndin av eini óvanligari menningarsøgu er farin í annað ljós, mátti Hann, ið øllum valdar, staðið undir liðini á tykkum sum eftir sita. Bara haðani fæst uggin og tann troystin, ið skal til, táið djúpa sorgin og treystasti saknurin um hendinga mann skal foykjast burtur, áðrenn gerandisdagurin aftur skal livast og lívið ganga sína vanligu gongd. Sum skaldið tók til: “Lívlát er ikki deyðin, lívlát er hetta, at seta førningin av sær við vegin, tað, sum frá fedrunum goymdist, og sum tú sjálvur søkti, meðan tú førkaði fótin. Sonurin tekur aftur viðføri títt at bera longur fram á vegin.” Førningurin er mikil, sum settur er av við vegin og av royndum veit eg, at hesi orðini hjá trubadourinum Eyðuni Nolsøe kennast tykkum nærverandi í hesum døgum: “Mín faðir mítt upphav. Tú livir enn í mær. Gævi tín ferð handan hav, friðsæl og fullborin var.“

Friður verið við minninum um heiðursmannin Petur Knudsen.

Tórbjørn Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo