Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Minningarorð

Andrias Petersen, fyrrverandi ting, og landsstýrismaður, andaðist sunnudagin 10. februar, 71 ára gamal.

Andrias varð føddur í Oyndarfirði, 8. juni í 1947, sonur Martinu og Arna Petersen, sum seinni fluttu til Klaksvíkar at búgva.

Hann var giftur við Katrin, f. Zachariassen av Sandi, og tey búðu í Gøtu, har hann hevði sítt lívsstarv sum kommunulækni. Í ættbygdini hjá konuni vitjaði hann javnan, og familjusambondini vóru sterk.

Í 1977 tók hann læknaprógv og í 1980-84 tók hann serlæknaprógv í almennum medisini.

Hóast myndugur maður, varð Andrias hugnaligur at arbeiða saman við, og lætt hevði hann til láturs og smíl. Hollur sum fáur, loyalur, og álitismaður út í odd og egg. Lat seg ikki taka av fótum, um okkurt nosið var, men arbeiddi miðvíst, frá kjølfestari sannføring og setningi.

Ongin var í iva um at Andrias Petersen var javnaðarmaður. Javnan tók hann til tættir í svenska vælferðarsamfeagnum, har familjan eisini hevði búð eina tíð. Almannamál og heilsumál fyltu nógv í polittiska gerandisdegnum,og hugsjónarliga kumpassin rakk øllum landsins borgarum.

Andrias, gjørdist landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin 15. september í 1994, tá Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður, skipaði landsstýri, millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Verkamannafylkingina. Sandoyingar minnast kanska serliga Andrias, sum mannin, sum fekk eina loysn í lag viðvíkjandi nýbygda røktarheiminum, sum hevði staðið tómt og óbrúkt eina tíð.

Hann stillaði upp á valinum í 1998, uttan at koma á ting, men varð valdur í Løgtingið í 2002 og somuleiðis í 2004 í Eysturoyar valdømi.

Andrias Petersen stillaði seinastu ferð upp á løgtingsvalinum í 2008, tá Føroyar vóru vorðnar eitt valdømi. Tá gjørdist hann nummar sjey á javnaðarlistanum, sum fekk seks tingfólk vald. Tó kom flokkurin í samgongu, sum varð skipað millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Miðflokkin. Tá kom Andrias á ting sum varamaður og sat fram til løgtingsvalið í 2011, tá hann valdi at gevast í politikki.

Hesin hugnaligi og víðskygdi maðurin, legði bráddliga árarnar inn sunnudagin, og kom mær til hugs beinanvegin eg hoyrdi syrgiboðini, eitt prát við høvdu ein fríløtu í Løgtinginum fyri nøkrum árum síðani. Hetta var í idnastu partabrævatíðum í Føroyum, og eg spurdi Andrias um hann gjørdi nakrar íløgur í partabrøv. Hann smíltist og segði: Einastu partabrøvini eg geri íløgur í, eru børnini og familjan.

Tey, abbabørnini, og konan Katrin, sita eftir við góðum minnum, nú Andrias Petersen fyrrverandi tingmaður fór um sýnina.

Eg fari at heita á tingfólk, um at reisa seg úr sæti, og í tøgn saman við mær minnast stásmannin, Andrias Petersen ein løtu.

Páll á Reynatúgvu, tingformaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo