Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Minningarorð

03.09.1951-14.06.2019

Tung vóru boðini tá eg fekk at vita at pápi mín hevði fingið ein hjartatilburð og støðan var  hættislig.

Læknanir høvdu ikki góðar vónir um at babba fór at klára tað. Støðan versnaði út á náttina og tað gekk upp fyri mær at babba fór neyvan at lata eyguni uppaftur.

Tað var heilt óbeskriviliga hart at verða uppiyvir sínum doyggjandi pápa og ein fekk onki gjørt. "14 juni" kl 07.30 Andaðist hann stillisliga har familjan var hjá honum.

Lívið verður ikki tað sama aftur. Babba vitjaði okkum kvøldi fyri hjartatilburðin og fór frískur og glaður avstað og mussaði okkum góðanátt sum vanligt, ikki hevði eg trúð at tað var seinasta vitjanin og at vit ikki fingu kontakt við hann aftur. Hann hevur í nøkur ár havt hjartaflimmur og hjarta hevði verið eitt sindur svikaligt, men hann hevur fingið viðgerðir við góðum úrslitum seinastu tíðina og hann kendi seg frískan tó var tað hjarta sum sveik og hansara tími var komin. 

Eitt ynski sum babba hevði nú aldurdómurin nærkaðist, var at hann ikki mátti missa sínar førleikar og møguliga enda inni á einum Røktarheimið sum óhjálpin osv. Vit kunnu í øllum førum siga at hann fekk ein virðiligan deyða har Harrin flutti hann ómakaleyst heim í teir Ævigu Bústaðir.

Eiler var sonur "Tummas og Binu Olsen" Strendur. Yngst av 7 syskjum. Hann giftist við Rannvu av Nesi og fingu tey tvey børn. Hann hevði tveir abbasynir.

Babba var tann besti pápin ein kundi hugsa sær.

Hann var sera familjukærur, vinsælur, virkisfúsur og raskur Tann besti vinurin ein kundi hava.

Var sjómaður heilt frá ungum árum og sigldi sum kokkur. Síðan 1992, var hann við Akrabergi ein flakatrolari hjá Framherja.

Honum dámdi sera væl sjólívið, var góður við mannskapi og tók væl hond um teir bæði við góðum mati og næstrakærleika.  Hann var sera menniskjasligur hevði eitt bleytt hjarta og gjørdi sín part fyri at onnur skuldu hava tað so gott sum gjørligt.  

Hann var góður at tosa við og menninir vistu hvønn teir kundu fara til tá nakað tyngdi teir, babba var ein góður sálarhirði. 

Hann var ein Trúgvandi maður, helt møtir og andaktir bæði umborð og á landi.

Hann elskaði at syngja og spæla guitar. Mær dámdi sera illa tá babba fór til skips tí eg longdist so illa eftir honum, eg vildi heldur ynskt at hann arbeiddi á landi.

Ringast var tá hann ikki kundi verða heima á Jólum, jólini vóru ikki fullfíggjaði uttan hann.

Gleðin var ovurstór hvørjaferð babba kom heim aftur av skipi, eisini sum vaksin var eg nærum hvørjaferð og tók ímóti honum við spenningi. 

Hann var so avbera fittur, hugnaligur, hjálparsamur og nærverandi, fór ígjøgnum eld fyri síni nærmastu.

Hann hugsaði altíð fyrst um onnur. Eyðmjúkur og lítillátin. Hóast mótgongd, sorg og brotasjógvar sum møttu honum í lívinum so bar hann alt so stillisliga.

Eitt sum sermerkti babba var hansara skemtingarsama lyndi.

Hann hevði ein sermerktan humør, sjálvt vit sum kendu hann vistu ikki altíð um hann skemtaði ella tosaði í álvara. Hann var sera festligur og stuttligur at vera saman við og tí var eisini nógvur látur har sum hann var. Tá familjan samlaðist til hátíðir og annað tók hann guitarin við og tað bleiv nógv sungið bæði til álvara og gaman.

Hann hoyrdi til samkomuna "Keldan" í skálafirði Har hevur hann tænt nógv m.a við sangi á møtum, í sunnudagskúlanum og kokkaðist tá okkurt serligt var. Tað seinastu máltíðuna gjørdi hann vikuskifti áðrenn hann doyði, til eina stóra familju legu. Hann var sera áhugaður í mati og gjørdi altíð nógv burturúr.

Saknurin er ovurstórur. Babba kom inn á gólvið nærum hvønn dag, og vit høvdu tað altíð gott og stuttligt saman. 

Hann var púra vekk í abbasynunum, elskaði teir yvir alt á jørð og var eisini øll verðin fyri teir.  Eg vildi so ynskt at teir kundu fingið fleiri góð ár afturat saman við abba sínum. Teir vóru ótrúliga góðir við Eiler-abba og ongin dugdi líka væl sum hann at undirhalda, yvirraska og spæla við teir, sang og spældi guitar og fann uppá nógv stuttligt og var ongantíð ráðaleysur.   

Hann var ein góð "barnagenta."

Tað er óskiljandi fyri teir at abbin ikki er her meir, tómrúmið er so stórt. Teir royna at troysta seg við myndum og upptøkum, men teir leingjast øgiliga illa og spyrja ofta nær vit fara upp til Jesupápa, har sum abbi er.

Mamma og babba hava verið fyrimyndarliga góð foreldur og tey hava lagt kristnu trúnna niður í síni børn og tað er trúgvin sum ber okkum víðari.

Vit hava eina livandi vón um hvar babba er farin og at vit møtast aftur har. Eg siti eftir við einum ósigandi takksemi fyri mín høgt elskaða pápa.

Orð kunnu ikki siga frá hvussu nógv eg virdi og elskaði hann. Hann hevur eisini verið ein góður verðfaðir og hevur tikið væl ímóti báðum sínum svigarbørnum.  

Maður mín hevði tætt tilknýti til babba, teir høvdu nógv til felags frá fyrsta degi, hann føldi at babba var ikki bara ein verfaðir, men eisini ein faðir fyri seg.

Minnini um babba koma at liva víðari og fløva, tey eru eru øll líka dýrabar og góð. Hjartans tøkk til tykkum mongu sum á ein ella annan hátt vístu samkenslu tá babba fór. Eg fari at enda við einum broti úr einum maili frá mínum kæra gubba í Canada:

"Tankarnir floymdu mítt sinni tá eg fekk boðini um at Eiler gubbi var farin heim til Harran. Minnini eru so nógv og so góð heilt aftur í barnaárini. Eg trúgvi at tað eru so ómetaliga fá sum so stillisliga og sjálvútslettandi tæna Harranum dag um dag sum Eiler gjørdi.

Hóast hann var so elskaður av so mongum, so helt hann lítið um seg sjálvan.

Eg sá fyri mær at har var ongin sum setti fram spurningar ella spurdi um at síggja passi hjá Eiler við himmalsins portur. Hurðin stóð víðopin, tí her kom ein heilt serligur tænari sum Harrin bíðaði við spenningi eftir at taka ímóti og vísa teir skattir sum har eru goymdir til hann.

Vit eru vorðin nógv fátækari og himmalin so nógv ríkari.

Eg gangi dagliga, við hundinum framvið einum minnisvarða sum stendur við veðkantin her nærhendis, har stendur ( á enskum) "Our family chain is broken and nothing seems the same, but as God calls us one by one the chain will link again. Soleiðis er tað."

Takk fyri alt Elskaði babba

Elski minnini um teg.

Jónvá Eliasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo