Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Minningarorð

2. november 2018 andaðist Jensia Svabo Thomasen í Sandavági‚ 99 ára gomul.

Jensia er fødd og uppvaksin í Miðvági. Sum ung var hon húshjálp í Danmark hjá kenda føroyavininum Gudmundi Bruun‚ presti. Hon kom heim aftur, tá kríggið brast á.  í 1941 giftist hon við Dánjal F.Thomasen.

Tey bygdu sær hús við Àarlið, seinni fluttu tey í onnur hús við Tváttá í  Sandavági og  fingu trý børn saman: Vígdis‚ Sólrun og Virgar.

Jensia var heimaarbeiðandi til heimahjálpin varð sett á stovn. Tá fór hon út á arbeiðsmarknaðin. Hetta dámdi henni eisini sera væl. 

Sum 96 ára gomul flutti Jensia inn á Sýnina at búgva, hon var eisini so heppin, at hon, saman við øðrum,  kom at búgva í Ivan’s húsum, eitt alternativt heim, sum øll vóru sera fegin um. 

Jensia var ein  savnandi persónur‚ var nærverandi og vísti áhugað fyri øllum. Tey, sum komu í samband við hana‚  fingu eitt gott orð við á vegnum. Hon var arbeiðssom og kravdi nógv av sær sjálvari. Hon var ein blíð, umsorganarfull og hjartagóð kona‚ samstundis hevði hon sína meining og kundi verða rættiligani avgjørd.

Tað vóru nokk allar hesar eginleikar‚ sum vóru hennara styrki‚ og sum gjørdu, at hon bleiv sett sum eftirlitskvinna fyri heimahjálpina í Vágum. 

Jensiu dámdi væl at greiða frá sínum arbeiði sum fyristøðukvinna. Fyrrapartin brúkti hon til umsitingarligar uppgávur og til  fyrireiking. Seinnaparturin bleiv brúktur til heimavitjanir. Hon vitjaði inni í heimunum og hevði eftirlit við, um tænasturnar, sum avtalaðar vóru,  vóru tær røttu. Tað var umráðandi  fyri hana  at seta seg inn í viðurskiftini hjá teimum gomlu, so at hædd bleiv tikið fyri, hvussu tey skipaðu sín daglidag. Hon metti hesa uppgávu at vera sera týdningarmikla,  so hon kundi leggja til rættis, nær á degnum, ymisku borgararnir fingu heimahjálp.

Tað var ein stór broyting í okkara samfelag, tá heimahjálpin var sett á stovn, fyrst í 70.unum. 

Eldri og óhjálpin fingu tá hjálp til persónliga røkt og alskyns dagligt húsarbeiði. At gera reint  og gera mat vóru sera týðandi uppgávur, sum tá vóru gjørdar. Umframt tær dagligu uppgávurnar, sum blivu røktar í einum heimi, varð hildið fast við, at  teir týðandi  føroysku matvanarnir vóru varðveittir.  Mangan gjørdi heimahjálpin knettir og frikadellur, ja, sjálvt rullupylsur og blóðpylsur. Heimahjálpin bleiv, í ein ávísan mun,  ein partur av familjuni.

Ein av okkara grundsúlum, sum partur av okkara vælferðarsamfelag, er at hava eina vælvirkandi heimahjálp, sum byggir á umsorgan, nærveru, álit og samstarv.

Tá man er góður við síni starvsfólk og vísir teimum virðing‚ gera tey sítt arbeiði við størri gleði. 

Jensia  var ógvuliga góð við síni starvsfólk  í heimahjálpini og hevði stóra virðing fyri teimum. Hon segði mangan: heimahjálpin ger eitt megnar arbeiði og tær gleða nógv fólk. Tað eru nógv fólk, sum gleðast, tá úthurðin verður latin upp og heimahjálpin kemur inn. Talan eru um sannar stjørnuløtur.

Jensiu dámdi væl, tá tosið kom inn á  hennara arbeiði  sum eftirlitskvinna. Tá vaks áhugin og hon dugdi so væl at greiða  frá týdninginum av at hava eitt gott samstarv við tey, sum fingu tænastu og teirra avvarðandi.  At arbeiðið  var væl fyrireika.   Altíð  endaði hon við at siga frá, hvussu nógv tað hevði at týða fyri hana at starvsfólkini í  heimahjálpini høvdu tað gott.

Jensia var ein av okkara undangongukvinnum innan heimahjálpina og røkti hon, sum eftirlitskvinna, fyri uppgávuna til fulnar. 

Vit vilja minnast Jensiu fyri  hennara nærverðu og fløvandi hendur við takksemi.

Rs

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo