Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts
Minningarorð

Alt fær ein enda í hesi verð. Nú eru fá fólk á lívi, eftir at vit settu búgv í uppskornum torvheiðum her uppi undir ovara Varða, sum tað kallaðist tá, síðst í 1950- og fyrst í 1960-unum.

Jóannes og Hjørdis vóru ikki komin niðan her á Heiðaskákið, tá vit settust í búgv í februar 1963.

Tey keyptu húsini niðanvert okkara; væl vóru tey komin! 

Eg vitjaði tey javnan, og har var innkomandi. Blíð og týð vóru tey.

- Børnini, ið javnan savnaðust hjá teimum og hjá okkum, spældu saman her uppi á grasvøllinum omanfyri húsini - Treyðugt so! So klandraðust tey við hvørt - børnum so líkt.

- Her var eingin urtagarður, so tey kundu haga sær sum best.

Jóannes var góður í ávikum. Og bað eg hann læna mær vognin, tí eg skuldi norður til Kvívíkar eftir seyði var svarið ja.

Eg mundi læna vognin hjá Jóannesi í mong ár, hagartil eg orkaði ikki longur at fáast við seyð og fjallgongu.

Hann var sorgartyngdur, tá Hjørdis gjørdist sjúk. Hann gekk trúliga við henni gongutúrar her í grannalagnum hvønn dag, til hon orkaði ikki longur.

- Tað vóru gott og væl fýra mánaðir ímillum, at tey bæði fóru av verðini. 

Tað gekk skjótt niður á bakka hjá Jóannesi. Hann følnaði dag frá degi. Eg spurdi Anfinn, hvat baddi honum. Hann segði mær, at hann dugdi ikki at liva uttan Hjørdis.

Góði Jóannes. Tøkk fyri góð ár saman.

Hvíl í friði!

Harrin veri við tykkum avvarandi.

Ívar grannin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo