Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
Minningarorð

Ongantíð havi eg verið til eina jarðarferð sum mánadagin 30. juli, tá okkara eldsál í tónleiki - og serstakliga kórsangi, Ólavur Hátún, var borin út úr Vesturkirkjuni.

Har vóru limir í Føroya Symfoniorkestri, limir í Havnar Sangfelag, ið Leif Hansen, organistur í Vesturkirkjuni, stjórnaði. 

Hann, Ólavur, hevði verið hugtikin.

- Heri Joensen prestur helt einastandandi góða talu.

- Hann er lýstur bæði í kirkjum og á Ólavsøku.

Ólavur fekk nógva umtalu, og sum hann hevði uppiborið eftir megnaravrik hansara.

Guð viti hví hann fór av verðini eftir stutta sjúkralegu; Tað kunnu vit einki gera við. Ólavur var virkin til tað seinasta. Tað var honum í blóði borið.

- Eftir at hava livað til ellisár hava tey flestu slaka. Hann, Ólavur, mentist. Hann kleiv ikki uppum, har garðurin var lægstur. Eg eri so undrunarsamur, at hann skuldi fara handan sýn; men árini vóru mong.

Vit vuksu upp saman, eftir at faðir hansara varð settur sum lærari í Kvívík í 1938/39.

Ólavur kappaðist í øllum ítrótti. Hann vildi altíð vera bestur.

Tað gav at bíta við skoytum - træ- skoytum - uppi í Hellubøi. Hann var stinnur. Oman undan hamrinum, oman á "Masdsabúlgu".var ein brattur og langur teinur.

Vit vóru javngamlir - hann tveir mánaðir yngri enn eg. Hann var borin í heim 17/2 1931 og eg 14/12- 1930.

Har búði eg á gamla hospitali hjá Brynhild og Hjalmari, meðan eg gekk á preliminerskúla síðst í 40-árunum.

Har var gott at vera. Hon var so góð við meg, at eg kendi meg sum heima. Henni og Hjalmari havi eg alt gott at bera. 

Hann, Ólavur og eg høvdu nógv saman - vit vóru vimenn. - Hvíl í friði.

Vinmaður og skyldmaður tín,

Ívar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo