Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Skúli

Skúlablaðið: Flestu skúlar hava leiðreglur, tá ið talan er um fartelefonnýtsluna hjá næmingunum í skúlatíð; summir skúlar hava rættiliga strangan telefonpolitikk. Í onkrum skúla er als ikki loyvt at hava telefonina við í skúla, aðrastaðni skal hon liggja sløkt í taskuni og bert takast fram, um lærarin loyvir tí. Aðrastaðni kann hon takast fram í samband við undirvísing. Verður hon brúkt til annað enn undirvísing, verður telefonin tikin frá næminginum og løgd inn á skrivstovu stjórans.

Tað er gott at hava leiðreglur, halda Bodil Jacobsen og Ella Selma Larsen, men tað er ikki nóg mikið, tí lærarar eru ymiskir á máli, tá ið talan er um, hvussu reglurnar skulu haldast.

- Lærarar eru ymiskir á máli um, í hvussu stóran mun næmingar kunnu hava telefon í skúlatíðini. Eru lærarar í sama skúla ikki samdir um, at leiðreglurnar skulu haldast, nytta reglurnar einki. Vit síggja í svarunum frá lærarunum, ið vit hava spurt, at tað er sera misjavnt, hvussu reglurnar verða hildnar. At onkur lærari gongur høgt upp í reglurnar, og lærarin í grannastovuni ikki ger, elvir til frustratiónir millum bæði lærarar og næmingar. Tað kemur týðiliga fram í okkara kanning. Um tað hevði hjálpt, at tað var álagt frá evsta skúlamyndugleika, at allir skúlar skulu hava telefonpolitikk, er ilt at meta um; eftir okkara fatan er tað meiri umráðandi, at einstaki skúlin leggur lærarunum eina við at reglurnar skulu haldast, siga Bodil Jacobsen og Ella Selma Larsen.

Flestu lærarar eru samdir um, at snildfonir kunnu verða brúktar í skúlanum sum amboð og hjálpitól.

Led meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo