Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Vit hava sett kós á Danmark fyribils, fulllastaðir. Har er besti prísur inntil víðari, 2,30 kr. fyri kg, Havsbrún bjóðar 2,00. Tað eru heili 30 oyru á muni, tað er 750 túsund krónur fyri hvørja last. og tað hevur tað verið leingi.

Tað er ein møgulleiki fyri at norðmenn bjóða meira, men ikki sannlíkt, so allarhelst enda vit í Danmark.

Fyrr í vár fingu fabrkikkirnar í Danmark, sum Havsbrún er parteigari av, harraboð úr Føroyum, um ikki at bjóða uppá føroysku ídnaðarlastirnar, uttan so at tað var landingarkø á Havsbrún.

Nú hava teir í lóngri tíð vent kanónini hinvegin, somu donsku fabrikkirnar, sum Havsbrún er parteigari av bjóða nú heili 30 oyru meira fyri kilo, enn Havsbrún.

Tí kemur lítil og ongin fiskur upp á land í Fuglafirði fyri tíðina.

Fyrrverandi lokomotivið í føroyska samfelagnum, tað vil siga, áðrenn Bakkafrost keypti, liggur at kalla stilt í bestu fiskitíð.

Er tað kanska fyri at kunna trýsta myndugleikarnar við einum avreiðingargjaldi?

Er Regin á Bakka so besnissaður, at hann roynir at fáa myndugleikarnar at seta eitt avreiðingargjald á svartkjaftin, fyri at tryggja at Havsbrún skal frá rávøruna, enntá ásetta avreiðingargjaldið bíligari enn sínir kappingarneytar, sum virka eftir marknaðarkreftum noyðast at keypa hana fyri?

Havsbrún hevur við Bakkafrost í rygginum ráð at gjalda eftir marknaðartreytum.

Jú bíligari Havnbrún fær fiskin, tess betri er tað fyri Bakkafrost, men landskassin bløðir. Eitt ávíst avreiðingargjald av hvørjum kilo, av hundraðtúsund tonsum, beint úr bløðandi landskassanum, í gylta kassan hjá Bakkafrost.

Vit hava longu avreiðingargjald á makrelinum, tvær krónur fyri kilo um landa verður uttanlands. Tískil kunnu tey trý pelagisku virkini í føroyum, sum fýra reiðaríðir eiga, keypa makrelin fyri tvær krónur niðanfyri marknaðarprís.

Tað er also ein beinliðis stuðul á tveyhundrað milliónur krónur um árið, sum manningarnar ikki blíva avroknaðar fyri - fyri tey hundraðtúsund tonsini av makreli, sum Føroyar í stríð við ES hevur vunnið sær rætt til at fiksa,- til trý virkir og fýra reiðaríðir, ella umvent, sum løgtingið eftir øllum at døma gleðiliga vil gjalda.

Tað vil tí vera mín áheitan á sitandi samgongu, um at avtaka hatta avreiðingargjaldið sum longu er, og syrgja soleiðis fyri, at onki annað kemur í staðin.

Mortan G. Berjastein. Nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo