Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Lesarin skrivar

§19-nevndin, sum kannaði skeivleikar og mistøk í 80-árunum, staðfesti í síni niðurstøðu, ”at skeivleikar og mistøk í 80-árunum, og álvarsligu búskaparligu og samfelagsligu trupulleikarnir, ið gjørdust úrslitið, komu av einum samanspæli av ómetaliga nógvum ymiskum fyritreytum. Politiska leiðslan sveik, týðandi eftirlit sveik, politiski og umsitingarligi førleikin var als ikki nøktandi, lurtað varð ikki eftir ávaringum frá sakkunnleikanum, góð ráð vórðu ikki fylgd”.

Tey seinnu árini eru fleiri almennir bygningar bygdir fyri ørandi upphæddir íroknað eykaumbønir og eru aðrir undir bygging.

Hinvegin er eingin endurnýgging av skipaflotanum.

Líkamikið hvar ein gongur í Havnini, so síggjast stórir byggikranar.

Hetta fær okkum tilkomnu at minnast aftur á 80-árini.

Vit hoyra dagliga um almennar byggigølur í miðlunum, men eingin í politiska landslagnum vil taka ábyrgd.

Men tað verður dúgliga leitað eftir syndabukkum longur niðri í systeminum.

Soleiðis slepst undan at plasera ábyrgd hjá teimum, sum veruliga sita við henni.

Og ein veikur løgmaður er garantur fyri hesum óskilinum.

Seinasta dømi er byggigølan á nýggja H-bygninginum, sum er í gerð.

Vit hava einki lært av byggingini av Glasi.

Onkur snildur landsstýrismaður hevur leitað sær hjálp frá einari løgfrøðisligari jukeboks, sum vísir á óskil niðri í stovni hjá viðkomandi landsstýrismanni.

Enntá stovni, sum viðkomandi landsstýrismaður sjálvur eitt skifti hevði sett seg sum stjóra á.

Og løgmaður biðjur um viðmerkingar frá øllum møguligum, men ”gloymir” at ábyrgdina av nýggja H-bygninginum hevur altso landsstýriskvinnan í heilsumálum.

Hokus pokus - soleiðis ber til at flyta fokus til aftaná valið.

Býarfólk

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo