- Eg gloymi aldri eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx
Tónleikur

"We didn´t make it home" vóru fyrstu orðini hjá bretska sangaranum sum ikki vildi fara á pallin fyri enn Ongland hevði spælt sín HM finaludyst í kvøld.

At úrslitið ikki bleiv, sum hann hevði ynskt, merkti tó á ongan hátt frálíku konsertina sum hann hevði á sandinum, ímeðan fleiri 100 fegnir fjepparar hoppaðu og dansaðu frammanfyri pallinum.

"But hey, we´ve got each other" segði hann, og mannamúgvan tók undir við rópum og klappi.

Mjørkin setti sín dám á konsertina, og tað einu løtuna seig so nógv samanum, at tú valla sást bátarnar sum lógu beint útfyri sandinum, har sjógvurin annars blikaði í stilla kvøldinum. Eitt sindur trøllsligt og hóskaði uppá ein máta væl til stemningin annars, nú úrslitið í HM dystinum ímillum Ongland og Kroatia annars bleiv sum tað bleiv.

Tað var eitt sindur løgi at síggja, at so skjótt sum Rag'N'Bone Man hevði fýrt seinastu orðini í Human av, so tók at klárna og góða lagið varð flutt niðan á Spæliplássið, har sum Swangah løtu seinni byrjaði at spæla.

Veðurguðarnir lova liggjandi góðveður næstu tveir dagararnar, náttina ímillum fríggjadag og leygardag sær út sum tað kann koma okkurt æli og nakað av vindi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo