Tú hevur meira tol við bilføraranum aftanfyri enn tí frammanfyri
- Bill McGlashen
Lesarin skrivar

Hetta er triðja av trimum viðmerkingum til Poul Michelsen, um at selja 100% av rættindunum á uppboðssølu. Fyri at øll kunnu skilja, so er ongin ástøði/teori við í hesum.

Við at samanlíkna útkoyring av mjólk og fiskivinnu, vænti eg at Poul Michelsen skilur trupulleikarnar.

Og kæri lesari, tað er liberalt at fáa samsýning fyri tænastur og tí er tað ikki ætlanin, at tað skal skiljast negativt, at PM Heilsøla tjenar pengar uppá at koyra mjólk út til handlar.

Útkoyring av mjólk er ikki boðin út alment
PM Heilsøla hjá Poul Michelsen er einasta felag í Føroyum, sum tjenar pengar uppá mjólk. Bøndur framleiða við stuðli. MBM koyrir í pakkar við stuðli. Handlar selja av og á mjólk fyri lægri prís enn innkeypsprís.

Tað er bara útkoyringin av mjólk, sum gevur pengar og tað er sjálvandi orsaka av stuðli, sum sostatt endar á botnlinjuni hjá PM Heilsølu.

Barnafamiljur noyðast at keypa dýra mjólk.

Útkoyring av mjólk verður ikki boðin út alment.

Soleiðis hevði kappingin um mjólkakoyringina enda
Bleiv útkoyringin útboðin, heldur enn at onkur fær tað framíhjá, hevði støðan verið, at vit hava tveir aktørar, sum hava sera stóran áhuga og aðrar, sum høvdu vanligan áhuga.

P/F Poul Hansen og P/F PM Heilsøla hava stóran áhuga. Aðrar transportfyritøkur hava vanligan áhuga at tjena pengar og onkur, sum ikki er í vinnuni, kundi ivaleyst hugsa sær at byrja.

PM Heilsøla fær vinning av synergieffekt. Teir levera, umframt mjólk, eisini aðrar vørur teir selja, til allar handlar. Av tí at landskassin, umvegis MBM, betalur part av útkoyringini, so ber til at siga at vøran sum PM Heilsøla selur er partvíst landskassafíggjað.

PH hevur áhuga í at PM tjenar minst møguligt uppá hesa koyring, sum PM í løtuni hevur framíhjárætt at koyra.

Umhugsaði MBM at bjóða koyringina út, so er greitt at tað krevst bara eitt ávíst tal av kølibilum. PM eigur longu bilar og tí fær PM avgerandi fyrimun um talan er um stutttíðar avtalur. Men um tað ber til at leiga brúktar gamlar kølibilar frá útlendskari fyritøku, sum hevur endurnýggja bilparkina, so ber til at undirbjóða uppá stutttíðarkontrakt. Men velur MBM at gera langtíðarkontrakt, so ber til hjá øllum, at fíggja bilar og bjóða.

MBM velur tí at útbjóða mjólkakoyringina sum 10 ára kontrakt, tí tá er prísurin lægst fyri MBM.

Tað, sum tá hendur er, at teir nýggju gevast, tá avlopið svarar til avkast á eginpeningin á t.d. 7%. Teir, sum eru í líknandi vinnu, gevast at bjóða, tá avkastið er t.d. 6%.

Nú eru bara heilsølurnar PM og PH eftir. PH hugsar, at tjenar PM null uppá koyring, so hækkar prísurin hjá PM á vørum hjá PM og tí verður PH betri kappingarført enn áðrenn.

PH bjóðar nú so lágt at profitturin er NULL, og PM hevur mist allan vinning teir høvdu.

Men PM hevur jú synergieffekt, tí teir koyra allíkavæl. Tí bjóða PM niður um null. Bilarnir skulu jú koyra vøruna hjá PM, sjálvt um teir ikki koyra vøruna hjá MBM. Tí telja teir bara helvtina av rentum og avskrivingum við. So lækkar PM sítt boð niður um kostprís.

PH roknar nú, at teir kunnu fáa synergieffektina frá PM til sína koyring. Teir lata tí eisini verða við at telja rentur og avskrivingar við. Tí bjóða teir NULL áðrenn rentur og avskrivingar. PH veit jú hvat PM hugsar og veit næsta leik hjá PM.

Av tí at PM hevur hesa koyring í dag ger endovement effect seg galdandi. Poul hugsar, júst sum tá Hanus Hansen tosar um Barentshavið og 1933, at hann SKAL hava koyringina. Tí bjóðar PM uppaftur lægri enn PH.

Og so eigur PM Heilsøla lægsta boð. Boðið gevur undirskot, men teir fingu koyringina. Um PM ikki bjóðar, so fær PH koyringina fyri null profitt og PM missur alla sína inntøku.

PH er glaður, tí PM setur pengar til og er minni kappingarførur á øðrum økjum. Poul Michelsen heldur at undirskotið er betri enn at síggja PH bilarnar hjá Høgna Hansen koyra mjólkina, sum hansara bilar fyrr koyrdu.

Keðiliga avleiðing av hesum
Poul Michelsen er handilsmaður og fyri at avmarka undirskoti hevði PM frávalt at endurnýggja bilparkina og hevði brúkt vánaligar gamlar bilar. Bilar við vánaligari køling. Bilar, sum steðgaðu upp. Og kundarnir høvdu fingið vánaliga mjólk, sum bleiv súr áðrenn seinasta dato. Júst sum tað var, áðrenn Poul Michelsen yvirtók koyringina.

Mjólkakoyring og fiskivinna kunnu samanberast
Vónandi skilur Poul Michelsen, at hetta dømið líkist fiskivinnuni. Fáa vit 100% uppboðssølu, so er rættuliga skjótt at rokna út at: Øll skip verða seld av landinum. Alt verður fiskað við gomlum leiguskipum.

Vánalig skip og vánalig góðska geva lægri útflutningsvirði. Verandi reiðarí kunnu velja at gevast ella fara konkurs. Palliba og Marsanna fáa nógv minni.

Mjólk er bara ein partur av virkseminum hjá PM. Poul Michelsen kann sjálvur meta um, hvat hevði hent um 100% av umsetninginum hjá PM Heilsølu var útkoyring av mjólk.

PM kann stongjast. Men Fiskivinnan kann ikki stongjast. Staturin kann frávelja at yvirtaka PM Heilsølu um Poul velur at stongja. Men gevast Hanus, Anfinn, Dunga Jákup, Christian Martin og Mortan, so kann Staturin ikki frávelja at stovna landsreiðaríðið.

Við 100% uppboðssølu fara øll konkurs. Tað er sambært búskaparfrøðini og empirisku tølunum.

Tí er 100% uppboðssøla ikki liberalisma, men skjótasta beinleiðis kós til eina kommunistiska skipan.

Higartil hevur Staturin við stuðli frá Poul Michelsen tikið 24% av veiðirættindunum frá teimum privatu og selur15% til hægst bjóðandi og gevur 8,5% til heilt specielt útvald.

Eivind Jacobsen
Liberalt valevni á Lista A

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo