Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Útlendis ítróttur

Henrikh Mkhitaryan kann gerast tann fyrsti í sæguni hjá Manchester United sum skorar í fimm útidystum á rað í Europa í semifinaluni móti Celta Vigo.

Mkhitaryan hevur skorað í fýra útidystum á rað í Europa League. Tað er móti Zorja Luansk, Saint-Étienne, Rostov og Anderlecht. Skorar hann á Estádio de Balaídos móti Celta Vigo verður hann tann fyrsti sum setur bóltin í netið í fimm dystum á rað.

Lítli armenarin er ikki skaddur, meðan Marcos Rojo, Zlatan Ibrahimovic, Luke Shaw og Timothy Fosu-Mensah eru skaddir enn. Chris Smalling, Phil Jones og Eric Bailly eru helst ikki klárir enn, meðan Paul Pogba og Juan Mata eru klárir til semifinaluna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo