Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Krutl

- Picasso hevði elskað at sæð meg soleiðis, sigur modellin Newsha Syeh, eftir at hon ikki slapp inn á heimskenda savnið Louvre, tóat savnið í París ikki hevur nakra klædnakotu.

Sambært avstralsku modellini og bloggaranum var hon í svarta kjólanum sum myndin vísur niðanfyri, tá ið hon ætlaði sær inn á savnið, men varð noktað.

Tað vóru skjótt fleiri miðlar sum tóku søguna upp, bæði avstralskir og bretskir. Við Daily Mail sigur modellin seg vera sjokkeraða av atburðinum hjá starvsfólkunum.

- Eg havi vitjað Louvre fyrr og tað er eitt fantastiskt savn. Harumframt so eru fleiri málningar av naknum kvinnum, so tað er eitt sindur láturligt, at starvsfólk á savninum gerast so illa við av kvinnukroppinum, sigur hon.

- Hevði tað verið ein kirkja ella annað heilagt stað, so skilti eg tað og eg klæddi meg eftir klædnakotuni, leggur Syeh afturat.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo