Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Politikkur

Samferðsla, rætturin til Gomlurætt, byggisamtyktin, summarhúsøki og 100 ára hátíðarhald fyri sjólætnum vóru nøkur av høvuðsevnunum á borgarafundinum í Hesti í gjár, har eini 25 fólk úr Hesti hittu umboð fyri umsitingina og Tórshavnar býráð.

Byrjað varð seinnapartin í gjár við rundvísing í bygdini. Á fyrsta sinni arbeiðir Tórshavnar kommuna við at seta av 2,5 miljónir til bygdirnar í eini eykajáttan. Játtanin er ætlað til t.d. vetrarfriðing, størri ábøtur og ferðslu.

- So hugaligt var at síggja, hvat okkurt av hesum peningi kann nýtast til eftir tilmæli frá staðbundnu nevndini, slær Tórshavnar Kommuna fast á heimasíðuni.

Høvuðsevnið á skránni var nýggj byggisamtykt. Fyri seks ár síðan kom krav um, at allar bygdir skuldu hava eina samtykta byggisamtykt. Umsitinin legði eina ætlan fram, sum umfataði skráseting, sethúsaøki, almennar stovnar og uppskot um, hvussu farast kann víðari.

Freist til viðmerkingar er 1. januar. Politisk viðgerð verður í februar, og síðan verður hoyring í seks vikur, áðrenn byggisamtyktin skal góðkennast av Innlendismálaráðnum.

Nógv varð tosað um summarhúsútstykkingar. Uppskot um útstykking og parkeringspláss varð lagt fram.

Ein annar spurningur var ferðasambandið, sum er púra vónleyst, sum er, og helst gerst verri, tá tunnilsarbeiðið fer í gongd, og Teistin verður fult bookaður hvønn túr. Hetta er ein landsuppgáva, og dentur varð lagdur á, at hestsfólk mugu tosa við nýggja samferðslumálaráðharran um sambandið, skrivar Tórshavnar Kommuna.

Bygdarfólkið legði áherðslu á, at tey ikki mugu missa rættin til Gomlurætt, og at Tunnilsfelagið ikki má fáa loyvi at gera, sum tað vil. Møguleikin at sigla millum Hest og Gomlurætt er lívæðrin hjá bygdini.

Onnur mál á skrá vóru t.d. vetrarfriðing, vegagerð, bíðirúm á keiini og almenn WC. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo